AVSPÆL
24. apr 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ - HB (Løgmanssteypið)

Tað kundi valla verið meiri spennandi uppgerð í fyrsta umfarinum, tá ið arvafíggindar møtast við Djúpumýrar.

Seinastu ferð hesi bæði møttust í Klaksvík til steypadyst, gjørdist talan um eitt satt drama. Eftir brotssparkkapping vann HB 5-4 í einum dysti sum var merktur av stórum spenningi og stórari áskoðarafjøld. 

Onki er at ivast í, at Páll Andrasson Klettskarð er heitasti maður í KÍ í løtuni. Við stórsteypadystinum hevur Páll skotið tíggju mál í sjey dystum.

Í landskappingini er støðan tann, at HB liggur trý stig frammanfyri KÍ á stigatalvuni í Betri deildini. Men til slíkar dystir hevur stigatalvan onki at siga. Alt ella einki er tað sum fer at standa eftir, tá ið dómarin hevur bríkslað dystin av.

Fyri KÍ kann væntast at Cederic Yambere og Jákup B. Andreasen vera við - teir hava vant í vikuni og eru klárir til uppgávuna. Hinvegin er tað ein missur at Deni Pavlovic og Mads B. Mikkelsen fingu skaðar í dystinum ímóti B68 og kunnu vit vænta at teir ikki vera tøkir komandi tíðina - eitt skot fyri bógvin at tað legst afturat í skaðalistanum hjá okkum.

Líkt er til at veðurlíkindini undir dystinum eru góð og vónandi koma fleiri at stuðla okkara monnum til sigurin í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18:30.

Koyr á KÍ