Upptakt.: HB – KÍ
Í dag klokkan 12.15, verður dystur í bestu kvinnudeilini, har HB tekur ímóti KÍ á ovaravølli í Gundadali.
Sjálválitið á KÍ liðnum fekk ein ordans lyft mikukvøldið, eftir at liðið vendi einum hóttandi tapi á NSÍ til tryggan sigur í seinastu minuttunum.
Á skaðasíðuni gongur framá, tó eru Óluva Allansdóttir Joensen og Maria Vinjardsdóttir Johansen somikið skaðadarvaðar, at tær ikki vera við.
Seinast liðini bæði hittust, var eitt kalt vetrarkvøl í februar á Djúpumýru til dyst í VFF Cup. Dysturin endaði við javnleiki 3-3 eftir at KÍ hevði verið aftanfyri 2-0 og 3-1. Útjavnandi málið átti Lóa Samulsen sum í seinasta sparkinum í dystinum, setti bóltin í netið við vørkum langskoti.
Vit vænta ein tættan og spennandi dyst í Gundadali í dag. Vónandi kann eyðkendi stríðsviljin og orkan bera okkara liði til enn ein sigur. Kom við í Gundadal at stuðla okkara kvinnum.
Dysturin kann annars síggjast á Ras 1.
Koyr á KÍ!