Image

      

Viðtøkur PDF Prenta E-post
§ 1. Navn og heimstaður:
1. Navn felagsins er Klaksvíkar Ítróttarfelag, stytt: KÍ.
2. Heimstaður felagsins er Klaksvík.

§ 2. Endamál:
1. Endamál felagsins er at virka til frama fyri øllum ítrótti.

§ 3. Limaskapur:
1. Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu vera limir.
2. Limaskapur fæst við at tekna seg hjá formanni felagsins ella einum av ábyrgdarfólkunum.
3. Aðalfundur felagsins kann koyra lim úr felagnum, hevur hann eftir aðalfundsins meting mótarbeitt felagnum ella myndugleikum tess, ella hevur víst ósømiligan atburð ella á annað hátt víst ringan ítróttar- ella felagsanda.

§ 4. Evsta vald - aðalfundurin:
1. Limir felagsins mynda aðalfundin, sum er evsta vald hjá KÍ.
2. Ársaðalfundurin hevur hesa dagsskrá:
    1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
    2. Áseting av gildigum atkvøðum, samb. stk. 3.
    3. Ársfrágreiðing frá formanni og ábyrgdarfólkum.
    4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
    5. Ásetan av limagjaldi.
    6. Innkomin mál.
    7. Møgulig uppskot um broytingar í viðtøkum ella reglugerðum.
    8. Valevni til formann, næstformann ella ábyrgdarfólk hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
    9. Val av formanni og næstformanni
    10. Val av ábyrgdarfólkum.
    11. Val av grannskoðara.
    12. Ymiskt.

3. Luttøka á aðalfundi er treytað av, at eingin eftirstøða er fyri limagjald.
4. Allir limir, sum eru 16 ár ella eldri, hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
5. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
6. Samtyktir á aðalfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta av møttum umboðum, um ikki annað er tilskilað í hesum viðtøkum.
7. Atkvøðugreiðsla skal fara fram skrivliga, krevja meira enn tveir limir tað.
8. Val av formanni, næstformanni og ábyrgdarfólkum, um fleiri valevni eru, fara altíð fram skrivliga.
9. Formaðurin, næstformaðurin  og ábyrgdarfólk kunnu bjóða serligum gestum við á aðalfundin.
10. Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í februar mánaða.
11. Boðað verður alment til aðalfundir og eykaaðalfundir í seinasta lagi 14 dagar fyri fundin, og í fyrsta lagi 1 mánaða fyri fundin.
12. Uppskot, sum limir vilja hava fyri aðalfundin, skulu verða formanninum í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri fundin.
13. Uppskot um formann, næstformann og ábyrgdarfólk skulu verða formanninum í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin.
14. Eykaaðalfundur er, tá aðalfundurin, formaðurin, næstformaðurin saman við tveimum ábyrgdarfólkum, trý ábyrgdarfólk ella 1/10 av limum felagsins krevja tað.  Nevndin lýsir síðani, áðrenn 8 dagar eru farnir, fund sambært stk. 11.
15. Tá ábyrgdarfólk ella limir krevja eykaaðalfund, skal skriv við grundgeving og ætlaðari fundarskrá leggjast við áheitanini.

§ 5. Nevnd, formaður, næstformaður og ábyrgdarfólk:

NEVNDIN:
1. Formaður felagsins, ein næstformaður og fýra ábyrgdarfólk mynda nevnd felagsins, og hava dagligu leiðsluna um hendi. Nevndin hevur í felag ábyrgd av, at fíggjarligu, ítróttarligu og umsitingarligu viðurskifti felagsins vera nøktandi handfarin, og eigur at gera sær greiðar reglar fyri hesum arbeiði.
2. Nevndin skal gera málsetning og menningarætlan fyri felagið fyri styttri og longri tíðarskeið, og skal javnan endurskoða hesi.
3. Nevndin tekur avgerð um setan av øllum løntum starvsfólkum.
4. Nevndin kann viðgera og taka avgerð í øllum spurningum felagnum viðvíkjandi.
5. Stendur á jøvnum í møguligari atkvøðugreiðslu í nevndini, er atkvøða formansins galdandi
6. Formaðurin kallar nevndina saman, tá hesin heldur tað vera neyðugt. Næstformaðurin saman við einum ábyrgdarfólki ella tvey ábyrgdarfólk í felag kunnu eisini kalla nevndina saman.

FORMAÐUR OG NÆSTFORMAÐUR:
7. Formaðurin hevur undir ábyrgd fyri aðalfundinum yvirskipaðu leiðslu felagsins um hendi og eftirlit við ábyrgdarfólkunum.
8. Formaðurin myndar felagið mótvegis myndugleikum og felagsskapum, eins og øll millumtjóða viðurskifti og umboðan hoyra beinleiðis til ábyrgdarøki formansins.
9. Formaðurin avgerð í samráð við avvarðandi ábyrgdarfólk, hvør skal umboða felagið í nevndum o.l., har felagið skal hava umboð.
10. Næstformaðurin er hjálparmaður formansins. Hann tekur við formansins starvi, tá hesum berst frá og restin av nevndini samtykkir tað. 
11. Næstformaðurin hevur ábyrgd fyri og eftirlit við fastognum og leysafæi felagsins, so at hesar ognir verða røktar og viðlíkahildnar á forsvarligan hátt.
12. Næstformaðurin hevur sum ábyrgdarøki at tryggja, at felagið lýkur øll krøv og standardir í sambandi við lands- og steypakappingar, umframt møguligar altjóða dystir.

ÁBYRGDARFÓLKINI:
13. Ábyrgdarfólkini hava hvør sær - undir eftirliti formansins og undir ábyrgd fyri aðalfundinum - ovastu dagligu leiðslu á fylgjandi ábyrgdarøkjum:
a. Ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál
b. Ábyrgdarfólk fyri fótbólt
c. Ábyrgdarfólk fyri hondbólt
d. Ábyrgdarfólk fyri samskifti og annan ítrótt

14. Er ivi um, hvat ábyrgdarøki, eitt mál,  evni ella málsøki hoyrir til, avgerð formaðurin tað.
15. Ábyrgdarfólkini skipa sjálvi sítt ábyrgdarøki bygnaðarliga og fyrisitingarliga, og seta sjálvi øll ólønt hjálparfólk innan sítt ábyrgdarøki, eins og tey loysa hesi úr starvi.
16. Ábyrgdarfólkini gera, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, eina bygnaðar- og arbeiðsætlan, sum fær gildi, tá formaðurin hevur góðkent hana.

17. Ábyrgdarfólkið fyri fíggjarmál hevur ábyrgdina av dagliga fíggjarliga rakstri felagsins - undantikið teir partar av felagnum, sum eru lagdir út til sjálvstøðug feløg at reka - og skal í minsta lagi:
a. - syrgja fyri at øll útreiðsluskjøl og inntøkuskjøl frá øllum ábyrgdarfólkunum verða bókað
b. - syrgja fyri, at limagjøld og allir ágóðar felagsins verður kravdir inn
c. - syrgja fyri, at dagført bókhald altíð er til taks
d. - syrgja fyri, at roknskapurin verður grannskoðaður
e. - røkja fíggjarliga sambandið við teir partar av felagnum, sum eru lagdir út til onnur feløg  ella felagsskapir at reka ella umsita.

18. Ábyrgdarfólkið fyri fótbólt hevur ábyrgdina av fótbóltsvirksemi felagsins og skal í minsta lagi:
a. - syrgja fyri at vøllurin og viðurskifti í sambandi við vøllin altíð er í nøktandi standi
b. - saman við formanninum seta venjarar til fótbóltsdeildirnar.
c. - syrgja fyri at liðini hava búnar og aðra neyðuga útgerð til taks.
d. - syrgja fyri at liðini koma til teir dystir, tey skulu leika.
e. - lata ábyrgdarfólkinum fyri fíggjarmál øll fíggjarskjøl og -upplýsingar skjótast gjørligt.
f. - vera við til at tryggja ein skynsaman rakstur av fótbóltinum.

19. Ábyrgdarfólkið fyri hondbólt hevur ábyrgdina av dagliga virkisøki felagsins á hesum økjum, og skal í minsta lagi:
a. - syrgja fyri at vøllurin og viðurskifti í sambandi við vøllin altíð eru í nøktandi standi
b. - saman við formanninum seta venjarar til hondbóltsdeildirnar.
c. - syrgja fyri at liðini hava búnar og aðra neyðuga útgerð til taks.
d. - syrgja fyri at liðini koma til teir dystir, tey skulu leika.
e. - lata ábyrgdarfólkinum fyri fíggjarmál øll fíggjarskjøl og -upplýsingar skjótast gjørligt.
f. - vera við til at tryggja ein skynsaman rakstur av hondbóltinum.

20. Ábyrgdarfólkið fyri samskifti hevur ábyrgdina fyri felagsins PR og samskifti, og skal í minsta lagi:
a. - syrgja fyri, at heimasíða felagsins verður røkt og støðugt ment.
b. - syrgja fyri at samskiftið við fjølmiðlarnar verður væl røkt.
c. - syrgja fyri gávum frá felagnum til onnur feløg og persónar.
d. - røkja arkiv felagsins
e. - syrgja fyri eini virkandi innanhýsis postskipan, soleiðis at brøv, rokningar o.a. koma fram til rætta viðkomandi.
f. - lata ábyrgdarfólkinum fyri fíggjarmál øll fíggjarskjøl og -upplýsingar skjótast gjørligt

21. Ábyrgdarfólkini verða vald á hvørjum ári. Veljast kann eitt varafólk til hvørt ábyrgdarfólk, sum røkir hetta starvið, um fyrst valda ábyrgdarfólk ikki fær røkt sína uppgávu. Er onki varafólk til taks, kann formaðurin - ella onkur av honum útpeikaður persónur - átaka sær hetta arbeiði fram til fyrst komandi aðalfund

ÚTLEGGING AV RAKSTRI OG ÁBYRGD
22. Partar av rakstri felagsins kunnu leggjast til eitt ella fleiri feløg ella felagsskapir/stovnar, har KÍ hevur ræðisrætt, ella í minsta lagi avgjørdan meirluta.

ÍTRÓTTARLIGAR AVGERÐIR

23. Í teimum førum, tá venjari ikki tekur ítróttarligar avgerðir, taka ábyrgdarfólkini fyri fótbólt og fyri hondbólt og annan ítrótt slíkar avgerðir, í samráð við formannin

§ 6. KÍ-ráðið:
1. Kí-ráðið er:
a. formaðurin
b. næstformaðurin
c. ábyrgdarfólkini
d. starvs- og hjálparfólkini í ábyrgdarøkjunum
e. Formaðurin í KÍ-stuðlum
f. Formaðurin í KÍ-stuðlum, Tórshavn
g. Formaðurin í Stjørnu-stuðlum
h. Stjórin/formaðurin í feløgum, sum reka partar av virksemi felagsins.
i. Møguligir aðrir persónar, sum formaðurin boðsendir.

2. Formaðurin kallar KÍ-ráðið saman í minsta lagi tvær ferðir um árið. Umboðini í KÍ-ráðnum kunnu peika á onnur fólk at umboða seg á ráðsfundi.

3. KÍ-ráðið eftirmetir og viðgerð støðu felagsins sum heild og metir um framtíðarætlanirnar. Ráðið kann við vanligum meiriluta samtykkja tilráðingar til dagligu leiðslu felagsins, og viðgerðir og avgerðir ráðsins eiga at førast í gerðabók. Ráðið hevur ongan avgerðarmyndugleika.

4. Allir ráðslimirnir hava atkvøðu- og talirætt á ráðsfundi.

5. Ráðið avgerð sjálvt um upptøku av nýggjum limum í Ráðið.

§ 7. Fíggjarviðurskifti:
1. Formaðurin saman við næstformanninum ella einum ábyrgdarfólki bindur felagið.
2. Formaðurin kann veita umboðsfulltrú til næstformannin og ábyrgdarfólkini.
3. Ábyrgdarfólkini skulu, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, gera fíggjarætlan, sum fær gildi, tá formaðurin og ábyrgdarfólkið fyri fíggjarmál hevur góðkent hana.
4. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið
5. Roknskapurin verður gjørdur sambært góðum roknskaparsiði.
6. Formaður og allir ábyrgdarlimir skulu skriva undir roknskapin og protokollina.
7. Løggildur ella skrásettur grannskoðari skal grannskoða ársroknskap felagsins.

§ 8. Avtøka:
1. KÍ verður tikið av, tá tveir aðalfundir við í minsta lagi trimum vikum ímillum hava samtykt hetta. Á báðum hesum aðalfundum skulu í minsta lagi 2/3 av limum felagsins vera møttir.
2. Ognirnar hjá KÍ skulu við avtøku eftir avgerð frá tí síðsta avtakandi aðalfundinum latast til eitt ítróttarligt ella almannagagnligt endamál.

§ 9. Onnur viðurskifti:
1. Viðtøkur felagsins verða endurskoðaðar so hvørt tørvur er á hesum, og í minsta lagi eiga tær at viðgerðast á aðalfundi 3. hvørt ár.
2. Keyp og søla av fastari ogn, skal viðtakast av aðalfundi ella eykaaðalfundi felagsins.

Soleiðis viðtikið á aðalfundi felagsins tann 21. mars 2005.
Og soleiðis viðtikið á eykaaðalfundi tann 07. apríl 2005
 

Venjingartíðir

Næsti dystur í 1. deild menn

11/09/2010
FCH
FCH
: KÍ

Stigatalvan

1. deild menn
   DS
1  KÍ 2040
07 Vestur 07 Vestur1939
TB TB2139
HB HB2133
EBS EBS1932
NSÍ NSÍ2025
VÍK VÍK2025
AB AB2023
FC Hoyvík FC Hoyvík2020
10  B68 B68203

Næsti dystur 1. deild kvinnur

19/09/2010
KÍ
: VÍK
VÍK

Stigatalvan

1. deild kvinnur
   DS
1  KÍ 1747
AB AB1740
SKA SKA1725
VÍK VÍK1719
EBS EBS1610
MB MB162
Image