Image

      

Um Stjørnuna PDF Prenta E-post
13. Jul 2008

Hondbólturin byrjar

Sera lítið er skrivað um upphavið hjá Stjørnuni, men í minnisritinum hjá John Reid Bjartalíð, sum kom út í 1954 stendur tá at “liðin eru umleið 20 ár síðan hondbóltsleikurin byrjaði her á landið”. Tvs. at honbólturin hjá Klaksvíkar Ìtróttarfelag byrjar miðskeiðis í 30 unum.
Fyrstu liðini vit hoyra nevnd eru frá 1945. Tá skrivar John Reid at øll ítróttarliðini hjá KÍ høvdu leikt seg í finaluna sum skuldi vera fyri allan ítrótt í høvuðsstaðnum tann 26. august.
John Reid skrivar:  Fyrst vann KÍ finaluna fyri 2. lið í fótbólti. Finalan í hondbólti var millum Stjørnan 1. lið og Tvørágentur. Stjørnan vann 6-3. Nú var hálvrógvið. Síðani leiktu 1. lið menn fótbólt og KÍ vann 1-0 á Sørvingum. Nú vóru trý meistaraskap bjargað. Síðani var spáka niðan á hondbóltsvøllin har finalan fyri 2. lið kvinnur var á skránni. Endin var at Stjørnan vann 3-2 (John Reid sigur einki um hvørju spælt var ímóti) . Meðan hesin dysturin varð spældur – hann kom so mikið undir skýmingina, at onkur til seinast  í spølni fór at lýsa við svávulpinnum – fór tað at kennast úr honum. Aftaná loknar leikir helt Poul E. Petersen, ítróttarráðgevi, eina stutta røðu, samstundis sum hann flutti ferðasteypini til tey vinnandi liðini, ið øll vóru hiðani. Tá helt ein eldri kona fyri, sum stóð undir liðini á mær: “Nei, hatta var ov mikið; visti eg av hasum, skuldi eg ikki verið so fús at hildið við Klakksvíkargentum til seinast. Klakksvíkin fór jú við øllu!”
(John Reid viðmerkir annars at Strandingar vunnu báðar dystirnar í manshondbólti.) Image
Myndin til vinstru:
2. lið 1945. Standandi frá vinstru: Ingibjørg Zachariasen, Amanda Hansen, Hallgerð av Eiði, Julianna Nystrøm, Svanhild Hougård, Karin Wåg Joensen og Rannvá Zachariasen.

Myndin til høgru:
Standandi frá vinstru:
1. lið 1945. Jetta Mikkelsen, Mathilda Poulsen, Ragnhild Ellingsgård, Oddvør á Kósini, Nancy Mikkelsen, Sigrid Guðjónsson og Jóhanna M. Andreasen.

 

Venjingartíðir

Næsti dystur í 1. deild menn

11/09/2010
FCH
FCH
: KÍ

Stigatalvan

1. deild menn
   DS
1  KÍ 2040
07 Vestur 07 Vestur1939
TB TB2139
HB HB2133
EBS EBS1932
NSÍ NSÍ2025
VÍK VÍK2025
AB AB2023
FC Hoyvík FC Hoyvík2020
10  B68 B68203

Næsti dystur 1. deild kvinnur

19/09/2010
KÍ
: VÍK
VÍK

Stigatalvan

1. deild kvinnur
   DS
1  KÍ 1747
AB AB1740
SKA SKA1725
VÍK VÍK1719
EBS EBS1610
MB MB162
Image