Image

      

KÍ-høllin

Tá KÍ í síni tíð fór undir at byggja KÍ-húsið var tað hildið at vera eitt stórt framstig, men skjótt sást at tað var bæði óhóskiligt og ov lítið til nakra innandura venjing, og rættuliga skjótt eftir hetta var farið í holt við at fyrireikað bygging av einari rættuligari ítróttarhøll til innandura kappingar og venjing.

1967 bleiv byrjað at byggja ítróttar og samkomuhøllina, sum hon varð kallað. Væntandi var at hon fór at kostað umleið 1.1 millión krónur, og har av skuldi KÍ skaffað kr. 400.000. Høllin bleiv reist í mai mánað 1968, og har var stórt reisigildið. So skjótt sum hon var innilokað og nýtilig, vóru tiltøk í høllini, og tað fyrsta var ein stór landsumfatandi vørumessa við 30 básum.

Í dag verður KÍ høllin mest brúkt til hondbólt, innandura fótbólt og samkomur av ymsum slag.

Um KÍ-høllina PDF Prenta E-post

Úr viðtøkum felagsins:


Navn felagsins er partafelagið KÍ-Høllin.

Heimstaður felagsins er Klaksvíkar kommuna, 700 Klaksvík.

Endamál felagsins er at eiga og reka ítróttarhøllina í Klaksvík.

Eigarar: Klaksvíkar Ítróttarfelag og Norðoya Sparikassi, 50% hvør.


Nevnd:
Rúni Heinesen, formaður, Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.
Hilmar K. Danielsen, stjóri, Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.
Hanna Ziskason Hansen, skrivari, Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.

 

Venjingartíðir

Næsti dystur í 1. deild menn

11/09/2010
FCH
FCH
: KÍ

Stigatalvan

1. deild menn
   DS
1  KÍ 2040
07 Vestur 07 Vestur1939
TB TB2139
HB HB2133
EBS EBS1932
NSÍ NSÍ2025
VÍK VÍK2025
AB AB2023
FC Hoyvík FC Hoyvík2020
10  B68 B68203

Næsti dystur 1. deild kvinnur

19/09/2010
KÍ
: VÍK
VÍK

Stigatalvan

1. deild kvinnur
   DS
1  KÍ 1747
AB AB1740
SKA SKA1725
VÍK VÍK1719
EBS EBS1610
MB MB162
Image