|
Tey, sum hava fastar tímar, binda seg til leiguna allar vanligar yrkadagar í vetrarhálvuni frá august til juni.
Um leigarin frásigur sær tíman í eini viku, so skal hetta boðast frá hjá hallarvørðinum, tlf. 215729, í seinasta lagi 2 døgn áðrenn leigutíman.
Leigarar, sum ikki møta ella gjalda fulla upphædd, skulu rokna við at missa tíman, tí eftirspurningurin er stórur.
Kostnaðurin fyri leigutíman frá kl. 16 - kl. 24 er kr. 400,-. Kostnaðurin á morgni, kl. 7 - 8 er kr. 320,-.
Gjaldast kann við flyting ella við at seta navn á brævbjálva og koyra hann í brævsprekkuna hjá hallarvørðinum.
Leiga av høllini til onnur serlig endamál verður í hvørjum einstøkum føri at avtala við hallarvørðin. Herundir kostnaður.
|
|
|
|
Venjingartíðir
Næsti dystur í 1. deild menn
|
11/09/2010 |
 FCH |
: |
 KÍ |
Næsti dystur 1. deild kvinnur
|
19/09/2010 |
 KÍ |
: |
 VÍK |
|
|