|
Tryggingarfelagið Føroyar tryggjar KÍ |
|
|
|
|
11. Mar 2010 |
|
Í vikuni skrivaðu Tryggingarfelagið Føroyar og Klaksvíkar Ítróttarfelag undir samstarvsavtalu fyri 2010  Kaj Dam og Jóhann Lutzen
Gongd er komin á samstarvsavtalurnar hjá KÍ nú eftir at skuldin er løgd aftur um bak. Tryggingarfelagið Føroyar, sum í fleiri ár hevur verið viðleikari hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, lat ikki boðini liggja leingi á sær tá boð komu um sáttmálasamráðingar. "Vit eru sera fegnir um avtaluna við Tryggingarfelagið Føroyar og eru tryggir við samstarvinum framyvir" sigur Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ við heimasíðuna. Kaj Dam leiðari fyri Trygginarfelagið Føroyar í Norðoyggjum fegnaðist eftir at sáttmálin varð undirskrivaður. "Samstarvið ímillum Tryggingarfelagið Føroyar og Klaksvíkar Ítróttarfelag er sera gott og sjálvsagt vildu vit verða við til at stuðla einum so stórum felagsskapi sum KÍ er"  Hugnaligu felagshølini vórðu karmur um undirskrivingina Heimasíðan fangaði teir báðar tá avtalan varð undirskrivað |