|
04. Mar 2010 |
|
Tað verða TB, ÍF, B68 og KÍ sum fara at dystast í ársins Klaksvíkskapping
Klaksvíkskappingin verður leygardagin 13. mars og sunnudagin 14 mars. Aldursforsetin TB kemur longu leiðina norð og tað verður spennandi at síggja teir, tí TB og KÍ leika í somu deild hetta kappingarárið. ÍF kemur eisini á vitjan og har vita vit at bæði Jákup Mikkelsen og Rógvi Jacobsen leika við. B68 undir leiðslu av Klaksvíkinginum Bill Jacobsen er triðja liðið, ið verður at síggja á plenini miðjan mars. Hesi bæði síðstnevndu liðini leika í Vodafone-deildini og mugu tí metast sum favorittar at vinna ársins Klaksvíkskapping Býráðið hevur bæði játta at grava vøllin komandi mikudag og eisini er Klaksvíkar Býráð vertur fyri kappingina. KÍ er í góðum hondum. Lutakastið verður seinni og kunnað verður meir um tað. |