|
02. Mar 2010 |
|
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur skrivað undir langtíðarsáttmála við Intersport í kvøld
Intersport heldur til har handilin hjá Kál var fyrr og snotuligi ítróttarhandilin varð karmur um nýbyrjaða samstarvið ímillum Intersport og KÍ. Tað vórðu Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag og Kristian Andreasen, leiðari í Intersport í Klaksvík, ið skrivaðu undir sáttmálan. Sáttmálin inniber at Intersport letur KÍ í næstu 6 árini. Við sáttmálanum fylgja rættindi og skyldir fyri báðar partar og at døma eftir lagnum bæði áðrenn og aftaná undirskrivingina eru báðir partar rættuliga væl nøgdir við sáttmálan. Tað frættist at verulig gongd er komin á sáttmálaundirskrivingarnar ímillum KÍ og stuðlar nú øll tann gamla skuldin er løgd afturum og hyggjast kann frameftir. Heimasíðan fylgir við gongdini... |