|
02. Mar 2010 |
|
Privatu innskotini og avtalur við vinnustuðlar hava gjørt at skuldin í samband við Paris-dómin nú er fingin av vegnum
Dómurin, ið álegði Klaksvíkar Ítróttarfelag at rinda fyrrverandi venjaranum Tony Paris 501.000 kr., er nú goldin og hesin myrki kapitulin av KÍ-søguni er nú endaliga liðugt skrivaður. Formaðurin Tummas Lervig er sera fegin um gongdina og segði við heimasíðuna: "Eftir eitt baldrut heyst og kaldan vetur kann KÍ nú hyggja frameftir ímóti ljósari tíðum. Tað hava sera mong flutt pengin á serligu stuðulskontoina og hetta eru vit í KÍ sera takksom fyri. Uttan teirra íkast hevði tilgongdin at fáa skuldina av vegnum als ikki latið seg gjørt." Samstundis veit heimasíðan at siga at samráðingar eru við Norðoya Sparikassa um høvuðsstuðulsavtalu fyri 2010 og 2011, og báðir partar vænta at avgreiða hetta í hesum mánaðinum. |