Image

      

1. deild menn

Fremsta mansliðið er flaggskip felagsins. Bláa blusan skal berast við stoltleika og virðing fyri mótstøðuliðum. Felagið ásannar at striltið hevur gingist seinnu árini at vunnið seg uppá ovastu rók, men við einum miðvísum felagsarbeiði er vónin at røkka tindunum aftur.
Todi vendir heim aftur PDF Prenta E-post
25. Jun 2009

Todi Jónsson verður partur av KÍ hópinum seinastu 13 dystirnar í ár

Image
Páll Klettskarð og Todi Jónsson avmyndaðir á Norðoyastevnu

KÍ hevur gjørt avtalu við Toda Jónsson fyri tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Talan er um ein veruligan fong tá hugsa verður um dygdirnar hjá Toda og ikki minst hansara drúgvu royndir sum fótbóltsleikari. Harafturat er hann ein av okkara egnu og kennir felagið inn og út, so Todi fer skjótt at føla seg sum heima aftur.

Í samrøðu við Sosialin í dag sigur Todi soleiðis:

- Akkurát nú havi eg ikki so nógv at gera, so eg havi møguleikan til tað. Og so vil eg sjálvandi hjálpa KÍ, sum er mítt barndómsfelag. Felagið hevur tað trupult júst nú, og kann eg á hendan hátt vera við til at hjálpa teimum, so geri eg tað fegin, sigur Todi.
Men tað er nakað síðani, at tú gavst. Hvussu ert tú í dag fyri sum fótbóltsspælari?
- Eg veit væl, at mín venjingarstøða ikki er eins góð, sum hon hevur verið. Og sjálvandi kann eg ikki tað sama á einum vølli, sum eg kundi fyri nøkrum árum síðani.
- Men mín leiklutur verður kanska eins nógv at stuðla ungu spælarunum. Trýstið á teimum, nú KÍ hevur verið í støðugum niðurflytingarvanda, hevur verið øgiligt. Einki er at ivast í, at fokus nú partvíst verður sett á, hvussu eg spæli, og tað kann heilt víst taka trýstið av hinum spælarunum, sigur Todi Jónsson við Sosialin.

 

 

Venjingartíðir

Næsti dystur í 1. deild menn

11/09/2010
FCH
FCH
: KÍ

Stigatalvan

1. deild menn
   DS
1  KÍ 2040
07 Vestur 07 Vestur1939
TB TB2139
HB HB2133
EBS EBS1932
NSÍ NSÍ2025
VÍK VÍK2025
AB AB2023
FC Hoyvík FC Hoyvík2020
10  B68 B68203

Næsti dystur 1. deild kvinnur

19/09/2010
KÍ
: VÍK
VÍK

Stigatalvan

1. deild kvinnur
   DS
1  KÍ 1747
AB AB1740
SKA SKA1725
VÍK VÍK1719
EBS EBS1610
MB MB162
Image