Image

      

Felagið

Klaksvíkar Ítróttarfelag varð sett á stovn 24. august 1904 kl. 17.30 sum John Reid Bjartalíð, sáli so væl skrivar í 50 ára minnisritinum: “ nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík.”

Tíðirnar eru broyttar nógv og nú góð 105 ár seinni er høvuðsendamálið at øll kunnu sleppa at íðka ítrótt. Harumframt at tryggja felagnum ein sunnan og góðan fíggjarligan rakstur, har allar inntøkur felagsins fara til tey endamál, tey eru ætlað. Allar lønir og samsýningar skulu ganga gjøgnum skattaskipan landsins, fyri at tryggja at leikarar og leiðarar sýna rætta ítróttarandan, ásannandi at vit øll eiga at verða góðir borgarar í føroyska samfelagnum.

Raksturin av Formuladeild og 1.lið kvinnur er lagt í Sp/f KÍ, sum somuleiðis hevur egna nevnd og stjóra. Eigarar eru umframt felagið - ein blandingur av vinnifyritøkum úr Norðoyggjum. Við hesum er eitt tætt samband knýtt millum tann størsta útreiðslukrevjandi partin av felagnum og vinnulívið.

KÍ – høllin er í dag eitt partafelag, sum hevur eina vælvirkandi og ábyrgdarfulla leiðslu, og í samstarvi við hesa leiðslu er felagið í ferð við at betra um hølisviðurskiftini hjá felagnum.

Tað er við stoltleika at Klaksvíkar Ítróttarfelag staðfestur  at  øll sum ynskja at spæla fótbólt við KÍ sleppa at spæla við KÍ. Hetta sæst  aftur í teimum mongu tilmeldaðu liðunum í øllum aldursbólkum á hvørjum ári.

Tú hevur tíverri ikki rættindi til at síggja hesa síðuna.
Tú skalt logga inn

Venjingartíðir

Næsti dystur í 1. deild menn

11/09/2010
FCH
FCH
: KÍ

Stigatalvan

1. deild menn
   DS
1  KÍ 2040
07 Vestur 07 Vestur1939
TB TB2139
HB HB2133
EBS EBS1932
NSÍ NSÍ2025
VÍK VÍK2025
AB AB2023
FC Hoyvík FC Hoyvík2020
10  B68 B68203

Næsti dystur 1. deild kvinnur

19/09/2010
KÍ
: VÍK
VÍK

Stigatalvan

1. deild kvinnur
   DS
1  KÍ 1747
AB AB1740
SKA SKA1725
VÍK VÍK1719
EBS EBS1610
MB MB162
Image