Heilsuviðgerðir

Heilsuviðgerðir

Upplýsing um hvørjar heilsuviðgerðir felagið veitir ungum leikarum.
 
Tá ið venjing ella dystur er stendur altíð ein stór spann við køldum vatni við einum svampi á síðulinjuni, til at køla niður eymar vøddar.
 
Um leikari hevur tørv á heilsuviðgerð, so kann hann venda sær til sín egna kommunulækna, sum kann gera eina meting av hvussu skaðin kann verða viðgjørdur.

Kommunulæknarnir hava tlf. nr.: 663300.

Aftaná kl. 16 tekur læknavaktin við - ringjast kann á tlf. 1870. Læknavaktin virkar uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. Tað vil siga millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið.

Um tøvur er á bráðfeingis hjálp ring 112
 
KÍ hevur eina fyrstuhjálpartasku og ein hjartastartara, sum liggja inni í gongini í skiftingarrúminum.
KÍ hevur sum mál, at lyklapersónar í felagnum hava eitt 1. hjálparskeið. 1.hjálparskeið verða javnan hildin.